ComputerSalg
FBAC4895-B52C-4E03-B099-A6A8F8B8017B Created with sketchtool. 706D6907-81E1-46A2-B8F9-7B702A1EF2C7 Created with sketchtool. 6A870209-E7F5-44F5-A66F-09E20C85A0DC Created with sketchtool. 0BB04D6C-A9AB-4913-BF4F-5A23954E68E1 Created with sketchtool. 501E26C7-66C1-4DAA-B740-6CFAF55A1B39 Created with sketchtool. C105F7D3-D5EE-43C9-9EE8-05CC42B296D4 Created with sketchtool. D94689D8-7CBB-41C8-AC06-F79D81FF82D5 Created with sketchtool. DA4C7ED9-2512-4D52-94F0-92800F2A6E04 Created with sketchtool. 42E133FD-828F-4CF4-A0BF-560014487A57 Created with sketchtool. F52D9745-4BFD-4506-BEEF-630FD09EF2D9 Created with sketchtool.

Handilstreytir


Handilstreytir (útg. 16042023):

1. BÍLEGGING



Á www.computersalg.fo kanst tú bara bíleggja vørur umvegis okkara heimasíðu.

Upplýsingar um teknskt data og um specifikatiónir frá framleiðara ella seljara heimasíðu er bara vegleiðandi.
Keyparin hevur sjálvur ábyrgd av at velja veitingina og at fáa endaliga ynskta úrsliti av keypinum. Kannað altíð sjálv/ur við heimasíðuna hjá framleiðarinum fyri at fáa tað nýggjastu vørulýsingina.

Allir prísir á heimasíðuni eru í donskum krónum og eru íroknaðar MVG og onnur avgjøld. Prísirnir eru dagsprísir og bara galdandi við veiting til Føroyar. Tað verður tikið fyrivarni fyri gjaldoyra broytingum, force majeure, og avgjaldsbroytingar.

Ein løgfrøðislig bindandi avtala ímillum teg og nethandilin er bara galdandi tá tú móttekur eina ordraváttan ella rokning umvegis teldupost. Inntil tú I móttekur eina ordraváttan ella rokning hevur nethandilin rætt til at avlýsa tína bílegging heilt ella partvís, t.d vegna feili í prísi, útseldum vørum osv. Tá tú hevur lagt ein ordra á nethandilinum fært tú sjálvvirkandi eina váttan um hvat tú hevur bílagt. Hesin teldupostur er ikki ein váttan sum viðførir eina bindandi avtalu.

Tá tú keypir hjá www.computersalg.fo vera avtalur og samskifti í høvuðsheitum á donskum.
Prísbroytingar:
Vit tilskila okkum rættin at broyta prísir uttan ávaring. Eftir eina møguliga tillaging skal ein nýggjur prísur góðkennast av kundanum ella vil ordrin vera ógildaður.
Vit tilskila okkum rættin at avgildað avtalur um tað er hent ein feilur og tað burdi verið greitt fyri tær at talan er um ein feil.

Bíleggingaryvirlitið er eitt avrit av tíni innkeypskurv og ikki okkara váttan. Bestillingsoversigten er en kopi af din indkøbskurv og ikke vores accept eller bekræftelse af ordren. Ein løgfrøðislig bindandi avtala ímillum teg og nethandilin er bara galdandi tá tú móttekur eina ordraváttan ella rokning.

2. BETALING



Á www.computersalg.fo kann rindast við:

Dankort/ Visa
Diners Club
Mastercard
Visa Electron

Upphæddin fyri vørurnar vera fyrst trektar tá vørurnar vera sendar frá ComputerSalg A/S. Tað verður ongantíð trekt ein størri upphædd enn tú hevur góðkent.

3. FRAKT



Vit brúka í høvuðsheitum Posta til levering. Veitingin er sambært treytunum hjá Posta.
Mottekur tú ein pakka sum er týðiligani skaddur skalt tú helst noktað at móttaka pakkan.
Ella tú viðmerkir á fraktbrævi við móttøku at tað er við fyrivarni. Síðani er viðmælt at tú gerð eitt eftirlit av vøruni. Tekur tú ímóti vøruni og skalt tú seta teg í samband við computersalg beinavegin. Eitt gott hugskot er at taka myndir av vøruni, faktbrævinum osv. .

Um sendingin ikki verður heinta rættstundis verður vøran send retur til Computersalg. Kostnaðurin fyri fraktina verður trekt av áðrenn tú fært títt endurgjald.

4. IÐRANARRÆTTUR (Ikki galdandi fyri vinnukundar.)



Tú kanst uttan grundgeving iðra teg um avtaluna innanfyri 7 dagar.

Iðranarfreistin gongur út 7 dagar eftir tann dag, tú hevur móttikið tínar vørur.
Tú skalt innan 7 dagar frá móttøku geva okkum boð um, at tú ynskir at iðra keypið. Boðini kunnu sendast til [email protected] (telefon +45 7022 2332). Í tínum boðum skalt tú greidliga gera okkum varugar við, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt.

Tú berur kostnaðin av fraktini fyri at senda vøruna retur. Og endurgjaldið fyri vøruna verður mett útfrá handilsligavirðinum á vøruni og útfrá hvørjum standi hon er í tá hon verður latin Computersalg.
Tú hevur ábyrgd at tryggja at vøran er pakka forsvarligani soleiðis at hon ikki fær skaða undir sending.

5. REKLAMATIONSRÆTTUR



Tá tú keypur á www.computersalg.fo hevur tú sjálvandi 24 mánaðar reklamatiónsrætt.
Reklamatiónsrætturin kann tó vera avmarkaður av náturligu livitíðini av vøruni. Hettar er galdandi t.d fyri battaríir, tónarir, blekkpåatrónir og aðrar vørur sum kunnu sigast at vera brúksvørur.
Hettar merkir at tú kanst antin fáa vøruna umvælda, umbýtta, pengarnir aftur ella ein avsláttur, ymiskt eftir hvussu hvør støða er. Hettar er sjálvandi einans galdandi um tað verður staðfest at tú hevur rætt til hettar og talan ikki er um mishald, manglandi viðlíkahald og líknandi.

6. BRÚK AV REKLAMATIÓNSRÆTTI



Tað skal reklameres innan rímuliga tíð

Um tú hevur keypt leysar deilir til at seta saman til eina vøru, t.d eina teldu, so skalt tú bara senda inn dilin sum tú vilt reklamera og ikki alla telduna.
ComputerSalg A/S hevur ikki ábyrgd fyri tap av data hjá kundanum. ComputerSalg A/S viðmæla tí altíð kundanum at taka eitt kopi /backup av øllum data. Har ComputerSalg A/S kann ábyrgdast er bara fyri sjálva vøruna og ikki óbeinleiðis tap, t.d mista inntøku, fraktkostnaður, rakstrartap og líknandi.

Minst til altíð at senda vøruna aftur í forsvarligum pakningi (helst tí upprunaliga), og vit heita á teg at fáa eina kvittan frá fraktfyritøkuni.

Klagu møguleikar
Um tú vilt klaga um títt keyp av eini vøru ella tænastu ella viðgerð av tíni sak, skal tað gerast skrivligt til ComputerSalg A/S á telduposti til [email protected], við eini útgreining av hvat er farið fram.

7. SERLIGAR TREYTIR FYRI VINNUKUNDAR



Sølutreytir fyri vinnukundar eru avmarkaðar til at hava ongan iðranarrætt.
Og reklamatiónsrætturin er avmarkaður til 1 ár. Undantikið brúksvørur, sum einans hava 3 mánaðar reklamatiónsrætt.

8. TÍNAR PERSÓNLIGU UPPLÝSINGAR



Fyri at kunna gjøgnumføra eina avtalu við okkum umvegis heimasíðuna skalt tú lata teg skráseta við fylgjandi persónligu upplýsingum:
Navn
Bústaður
Telefonnummar
Teldupostur
(V-tal fyri vinnurekandi)

Vit skráseta einans tínar persónsupplýsingar við tí endamálinum at kunna veita tær vørur.

Personupplýsingarnar skrásetast hjá ComputerSalg A/S og goymast í 5 ár, hareftir at upplýsingarnar slettast.
Tá tað verður savnað persónsupplýsingar umvegis okkara heimasíðu, tryggja vit okkum at tað er við tínum samtykki, soleiðis at tu veist júst hvørjar upplýsingar vera savnaðar og hví.

Dataábyrgdarin er stjórin á ComputerSalg A/S.

Vit goyma ikki kundaupplýsingar kryptera og vit senda heldur ikki kundaupplýsingar kryptera.
Upplýsingar givnar til www.computersalg.fo vera á ongan hátt viðarilatnar ella seldar triðjamanni, undantikið fraktfeløg fyri at kunna levera vøruna. Vit skráseta ongar persónsviðkvæmar upplýsingar.

Um tú ert skrásettur hjá ComputerSalg A/S, hevur tú altíð rætt til at gera innsigelsi ímóti skrásetingini. Tú hevur eisini rætt til innlit í hvørjar upplýsingar sum eru skrásettar um teg. Hettar sambært persóndatalóggávuni. Fyrispurningar viðvíkjandi hesum skulu beinast til [email protected].